Fólkastýrið

Fólkatingið

Fólkatingið er parlamentið í Danmark. Høvuðsuppgávurnar hjá Fólkatinginum eru at viðgera lógaruppskot og samtykkja landsins lógir, hava eftirlit við stjórnini og samtykkja árligu fíggjarætlanina hjá stjórnini (fíggjarlógina).

Dómstólarnir

Dómstólarnir hava dómsvaldið í Danmark. Teir avgera, um fólk hava brotið landsins lógir. Tey loysa eisini ósemjur millum tveir partar í borgarligum málum.

Val og atkvøðugreiðslur

Veljararnir avgera, hvør skal sita í Fólkatinginum, kommunustýrum, økisráðum og Evropa-tinginum.

Stjórnin

Stjórnin stýrir, umvegis síni aðalráð, landinum sambært teimum lógum, Fólkatingið hevur samtykt.

Grundlógin

Grundlógin er stjórnarskipanin hjá Danmark. Hon lýsir m.a. skipanina av fólkaræðinum, rættindi og skyldur borgaranna og valdstríbýtið.

Ríkisfelagsskapurin

Føroyar og Grønland eru partur av kongsríkinum Danmark, men bæði londini hava í dag partvíst sjálvstýri og lóggeva harvið sjálvi á nógvum økjum.