Tá eitt lógaruppskot er skrivað og lisið ígjøgnum, sendir aðalráðið tað til viðkomandi myndugleikar, felagsskapir og feløg. Tey kunnu síðani senda skrivligar viðmerkingar og mótmæli til uppskotið. Hetta kallast hoyringssvar. Vanligir borgarar kunnu eisini senda inn hoyringssvar.
Tilgongdin við hoyringum skal m.a. tryggja, at lógirnar eru av høgari góðsku og taka hædd fyri trupulleikunum, sum lógin skal loysa. Myndugleikarnir og felagsskapirnir, sum fáa uppkast til lógaruppskot send, hava vanliga serliga vitan ella serligar royndir, sum eru umráðandi fyri stjórnina at kenna, áðrenn lógaruppskotið verður skrivað liðugt og umrøtt í Fólkatinginum.
Stjórnin sendir vanliga tey innkomnu hoyringssvarini til viðkomandi nevnd í Fólktinginum, áðrenn fólkatingslimirnir umrøða eitt lógaruppskot í Fólktinginum. Fólkatingslimirnir brúka hoyringssvarini, tá teir skulu meta um, um lógaruppskotið er rímiligt og hóskandi, og um okkurt kanska skal leggjast aftrat.
Stjórnin tekur ikki altíð atlit til mótmælini og viðmerkingarnar, sum koma fram í hoyringini. Orsøkin til tað kann eitt nú vera, at stjórnin heldur, at atfinningarnar eru óviðkomandi. Tað er ein partur av fólkaræðisligu spælireglunum, at stjórnin kann og hevur rætt til at hyggja burtur frá einum hoyringssvari.
Øll skjøl, sum knýta seg til lógararbeiðið, eru alment atkomulig á donsku heimasíðuni hjá Fólkatinginum.