Søgan um politiskar flokkar í Danmark
Við samtyktini av grundlógini í 1849 fekk Danmark sítt fyrsta fólkaræðisliga parlament, Ríkisdagin, sum fevndi um Fólkatingið og Landstingið. Enn vóru politiskir flokkar ikki stovnaðir. Í staðin valdu veljarar ein persón at umboða seg út frá politisku áskoðanunum og persónligu eyðkennunum hjá persóninum.
Teir fyrstu politisku flokkarnir verða stovnaðir
Limir í Ríkisdegnum, sum høvdu somu meiningar, fóru eftir eina tíð at stovna klubbar, har teir hittust fyri at kjakast um aktuellar spurningar. Í fyrstuni vóru klubbarnir leyst skipaðir, men so líðandi blivu teir meira skipaðir og gjørdust grundarlagið fyri teir fyrstu politisku flokkarnar, sum vóru stovnaðir í umleið 1870. Konservativi Fólkaflokkurin (fyrr Høgri) og Vinstri (fyrr Sameindi Vinstri) spruttu báðir úr slíkum klubbum í Ríkisdegnum. Í fyrstuni var einasta uppgávan hjá teimum báðum flokkunum at vera umboðaðir í Ríkisdegnum, men seinni vórðu lokalar deildir stovnaðar.
Í mun til Høgra og Sameinda Vinstra varð Javnaðarflokkurin settur á stovn uttanfyri Ríkisdagin í 1871. Frá byrjanini fór flokkurin undir at byggja upp ein sterkan felagsskap við meginregluni um at fáa so nógvar limir sum gjørligt. Tað var ikki fyrr enn í 1880'unum, at flokkurin megnaði at fáa pláss í tinginum.
Orsakað av sosialum broytingum seint í 19. øld blivu gjáirnar í samfelagnum týðiligari. Felags fyri teir tríggjar omanfyri nevndu flokkarnar var, at hvør teirra umboðaði ein serligan bólk ella stætt í samfelagnum:
- Høgri umboðaði góðseigarar og embætisfólk
- Sameindi Vinstri umboðaði bøndur
- Javnaðarflokkurin umboðaði arbeiðararnar
Sameindi Vinstri og Javnaðarflokkurin vóru eisini partur av breiðari rørslum: ávikavist samvinnurørsluni og arbeiðararørsluni.
Nýggir flokkar koma fram
Nakrir av flokkunum frá 1900-talinum og byrjanini av nýggja túsund ára skeiðnum hava sín uppruna í, at ein fólkatingsbólkur er farin í tvíningar, ella tí ein ella fleiri limir eru farnir úr einum flokki og byrjaðu ein nýggjan.
Í 1905 fór Radikali Vinstri úr Vinstra. Í 1959 varð Sosialistiski Fólkaflokkurin settur á stovn aftan á ósemjur í Danska Kommunistaflokkinum. Í 1967 vórðu Vinstrasosialistarnir stovnaðir av tí, at nakrir limir fóru úr Sosialistiska Fólkaflokkinum, og í 1995 fór Framburðsflokkurin í tvey. Út frá tí kom Danski Flokkurin.
Eindarlistin byrjaði upprunaliga í 1989 sum ein valsamgonga uttanfyri parlamentið millum Sosialistiska Arbeiðaraflokkin, Vinstrasosialistarnar og Danska Kommunistaflokkkin. Í dag hevur flokkurin ment seg til ein limafelagsskap, sum er óheftur av teimum flokkunum, sum upprunaliga stovnaðu samgonguna.
Ny Alliance (í dag Liberal Alliance) varð settur á stovn í 2007 av limum í Fólkatinginum og Evropatinginum úr Radikala Vinstra og Konservativa Fólkaflokkinum.
Alternativið varð stovnað í 2013, tá ein fyrrverandi fólkatingslimur savnaði fólk rundan um seg, sum ynsktu ein nýggjan flokk. Moderatarnir og Danmarksdemokratarnir, sum báðir blivu stovnaðir í 2022, og Borgaraflokkurin, ið varð stovnaður í 2024, hava eisini sín uppruna í einstaklingum, sum eru farnir úr sínum upprunaliga flokki og sjálvir hava stovnað ein nýggjan. Allir 4 flokkarnir savnaðu undirskriftir upp á stutta tíð og stillaðu síðani upp til fólkatingsval.