Vitja Fólkatingið
Tú kanst vitja Fólkatingið upp á fleiri mátar. Til dømis kanst tú fáa ein rundvísingartúr, eygleiða ein fund í Fólkatingssalinum ella koma á vitjan við tínum skúlaflokki.
Klædnaskáp
Tú hevur møguleika at goyma taskur og jakkar í einum læstum klædnaskápi í vitjanarinngongdini.
Myndatøka
Serligar reglur eru galdandi fyri myndatøku í Fólkatinginum. Vinarliga spyr tí eitt vaktarfólk, áðrenn tú tekur myndir.
Matur og drekka
Í sambandi við ein rundvísingartúr fyri størri bólkar ella limavitjan, kann matur bíleggjast í matstovuni Snapsatinginum.
Tú ert vælkomin at hava eina fløsku av vatni við, men drykkjuvørur eru ikki loyvdar í áhoyraraplássunum í Fólkatingssalinum.
Barnavognur og fellivognur
Tú kanst ikki taka barnavognar og fellivognar við inn í Fólkatingið, men tað er altíð møguligt at seta teir til síðis í vitjanarinngongdini. Gev tó gætur, at vitjanartilboðini ikki hóska so væl til børn undir 12 ár.
Trygdarkanning við komu
Tá tú kemur til vitjanarinngongdina, boðar tú frá tíni komu við at ringja uppá duraklokkuna. Øll vitjandi skulu ígjøgnum eina trygdarkanning, sum tekur nakrar fáar minuttir og minnir um trygdarkanningina á einum flogvølli. Taskur, yvirklæði, smúkkur og ting í lummunum skulu leggjast í ein bakka, sum verður skannaður. Tú skal eisini ganga ígjøgnum ein skannara.
Orsakað av trygdarkanningini mást tú koma 15 minuttir, áðrenn tú skalt møta. Onkuntíð kunnu vera nógvir gestir, og tað kann tískil vera bíðitíð.
Soleiðis kemur tú til Christiansborg
Christiansborg er á Slotsholmen, sum er í miðbýnum í Keypmannahavn. Tað eru nógvir møguleikar at koma til Christiansborg við almennum transporti.
Nærmasta metrostøð er Gammel Strand Station. Næstu tokstøðir eru Københavns Hovedbanegård og Nørreport Station.