Dómstólarnir

Dómstólarnir hava dómsvaldið í Danmark. Teir avgera, um fólk hava brotið landsins lógir. Tey loysa eisini ósemjur millum tveir partar í borgarligum málum.

Større

Dómstólarnir eru óheftir

Øll hava rætt til ein rættvísan rættargang. Tað stendur í evropeiska mannarættindasáttmálanum. Tað merkir m.a., at dómstólarnir skulu avgera eitt rættarmál innan rímiliga tíð, og at dómstólarnir skulu vera óheftir og uttanveltaðir.

Óheftni hjá dómstólunum í Danmark er ásett í grundlógini. Hon ásetir tríbýti av valdinum: Fólkatingið samtykkir lógirnar, stjórnin stýrir eftir teimum, men bert dómstólarnir kunnu avgera, hvussu samtyktu lógirnar skulu tulkast, og døma út frá teimum.

Dómarar mugu bert rætta seg eftir tí, sum stendur í eini lóg og fyrireikingini til hana. Dómararnir mugu ikki vera ávirkað av Fólkatinginum, stjórnini, fjølmiðlunum ella øðrum, tá teir døma í einum máli.

Bert við eini lógarbroyting kunnu Fólkatingið ella stjórnin broyta heimildina, málsviðgerðina ella skipanina hjá dómstólunum.

Stjórnin kann heldur ikki koyra ein dómara frá. Bert ein annar dómari kann gera tað. Tí um stjórnin kundi koyrt ella flutt ein dómara, hevði tað sátt iva um óheftni hjá dómstólunum.

Trý rættarstig: Býarrættur, Landsrættur og Hægsti Rættur

Dómstólarnir í Danmark eru í trimum stigum: Býarrættur, Landsrættur og Hægsti Rættur Vanliga byrja allar rættarsakir í einum býarrætti.

Býarrættur

Í Danmark eru 24 býarrættir. Teir eru í øllum Danmark. Býarrætturin viðgerð m.a. borgarlig mál, revsimál, tinglýsingarmál og skiftimál.

Landsrættur

Í Danmark eru 2 landsrættir: Vestre Landsret í Viborg og Østre Landsret í Keypmannahavn. Landsrætturin viðger fyrst og fremst kærur frá býarrættinum. Tað vil siga mál, har býarrætturin hevur felt dóm. Um býarrætturin metir, at eitt mál er heilt grundleggjandi, kann hann eisini beina málið beinleiðis víðari til landsrættin.

Hægsti Rættur

Hægsti Rættur er ovasti dómstólurin í Danmark. Her verða mál avgjørd, sum hava ávirkan á, hvussu dómarar skulu avgera líknandi mál (præcedens). Hann tekur eisini avgerðir um mál, sum hava serliga almennan áhuga. Einasti hægstirættur í Danmark er í Keypmannahavn.

Í nógvum ES-londum brúkar man serligar umsitingar- ella stýrisskipanardómstólar. Soleiðis er tað ikki í Danmark. Her kanna vanligir dómstólar – í praksis Hægsti Rættur – um avgerðirnar hjá myndugleikunum eru lógligar, ella um ein lóg er í stríð við grundlógina.

Revsimál

Í einum revsimáli ert tú ákærdur ella ákærd fyri brotsverk sambært revsilógini. Dómstólurin tekur støðu til, um ákærdi hevur framt brotsverkið, og, um so er, revsa viðkomandi sambært greinunum í revsilógini.

Borgarlig mál

Í borgarligum málum stevnir ein borgarligur partur (saksøkjarin) ein annan part (saksøkta). Saksøkjarin ynskir t.d., at saksøkti verður dømdur at gjalda eina peningaupphædd ella at viðurkenna ein rætt, sum saksøkjari heldur seg yvirfyri tí saksøkta. Borgarligir partar kunnu vera privatpersónar, vinnurekandi, fyritøkur, staturin, kommunur, deyðsbúgv og trotabúgv.

Ákærdi og ákæruvaldið kunnu bæði kæra eitt mál – t.v.s. kæra avgerðina, sum dómstólurin hevur tikið. Tú kærir eitt mál, tí tú vilt hava eitt hægri rættarstig at avgera, um avgerðin er røtt. Kærir tú eitt býarrættarmál, skal kæran fyri landsrættin. Ávís smærri mál kunnu vanliga bert viðgerast í býarrættinum. Tey kanst tú ikki kæra til landsrættin.

Í sambandi við kærumál tekur man enn einaferð støðu til skuldarspurningin og støddina á revsingini. Kærumøguleikin skal syrgja fyri, at fólk ikki verða dømd fyri nakað, tey ikki hava gjørt, ella fáa ov mildan ella harðan dóm.

Borgarlig mál kunnu eisini kærast.

Vanligir borgarar (leikdómarar) eru við til at døma í ávísum málum, soleiðis at rættarligar avgerðir endurspegla áskoðanir og virðir hjá borgarunum. Leikdómarar luttaka á jøvnum støði við løgfrøðiligu dómararnar. Leikdómararnir eru við til at avgera, um ákærdi er sekur ella ikki, og hvørja revsing viðkomandi skal fáa.

Dómstólarnir nýta nevningating, har ákæruvaldið ynskir, at ákærdi skal revsast við 4 ára fongsulsdómi ella meira, ella verða dømdur í varðhald. Tað kunnu t.d. vera mál um morð, grovan harðskap ella rán. Vanliga viðgera býarrættirnir nevningamál. Her eru 3 løgfrøðiligir dómarar og 6 nevningar í nevningatinginum. Í landsrættinum eru 3 løgfrøðiligir dómarar og 9 nevningar í nevningatinginum.

Nevningarnir eru vanligir borgarar.

Ráðharrar kunnu koma fyri Ríkisrættin

Ein ráðharri hevur ábyrgd av mátanum, hann ella hon umsitur sítt embæti. Er illgruni um, at ein ráðharri hevur brotið reglurnar um embætisførslu, grundlógina ella lógina yvirhøvur, kann stjórnin ella Fólkatingið krevja, at viðkomandi kemur fyri Ríkisrættin. Tað er ein serligur dómstólur, sum viðger mál móti ráðharrum fyri teirra embætisførslu. Reglurnar fyri Ríkisrættin eru at finna í ”Lov om rigsretten”.

Í grundini kann ríkisrættarmál eisini reisast móti øðrum fólkum, um stjórnin ella Fólkatingið halda, at brotsverkið er serliga vandamikið fyri statin. Hetta er tó ongantíð hent.

Ein ráðharri kann revsast, um hann ella hon til dømis:

  • hevur givið Fólkatinginum skeivar upplýsingar
  • hevur fjalt upplýsingar, sum hava stóran týdning fyri Fólkatingið
  • hevur viðvirka til ólógliga umsiting av lógini

Ein ráðharri kann koma fyri Ríkisrættin, hóast hann ella hon ikki longur er ráðharri.

Ríkisrætturin er settur saman av upp til 15 hægstarættardómarum og samsvarandi tali av limum, sum Fólkatingið velur.

Fólkatingið velur teir politiskt valdu limirnar 6. hvørt ár. Fyri hvønn av teimum politiskt útnevndu limunum verða eisini valdir 2 varamenn. Teir politiskt valdu limirnir eru við, so politiskur serkunnleiki eisini telur við í málum ímóti ráðharrum. Tú kanst ikki vera limur í Ríkisrættinum og Fólkatinginum samstundis.

Tá teir politiskt valdu limirnir eru útnevndir, kemur Ríkisrætturin saman fyri at velja formann og varaformann. Men eftir tað kemur Ríkisrætturin bara saman, um stjórnin ella Fólkatingið gera av at ákæra ein ráðharra.

Bert 6 ríkisrættarmál eru reist, síðan ríkisrætturin var stovnaður í 1849. Bert 3 ráðharrar eru dømdir.