Stovnarnir hjá Fólkatinginum

Umboðsmaðurin, Ríkisgrannskoðanin og Statsgrannskoðararnir eru allir stovnar, sum hoyra til Fólkatingið.

Fólkatingsins umboðsmaður

Fólkatingsins umboðsmaður tekur sær av klagum um myndugleikar innan almennu umsitingina.

Ríkisgrannskoðanin

Ríkisgrannskoðanin grannskoðar ríkisins roknskapir sum partur av parlamentariska eftirlitinum í Danmark.

Statsgrannskoðararnir

Tað er uppgávan hjá Statsgrannskoðarunum at kanna ríkisroknskapin. Hetta er ásett í grundlógini.