Statsgrannskoðararnir
Tað er uppgávan hjá Statsgrannskoðarunum at kanna ríkisroknskapin. Hetta er ásett í grundlógini.
Statsgrannskoðararnir kanna, um ríkið og fyritøkurnar brúka pengarnar hjá skattgjaldarunum effektivt, produktivt, sparsamt og lógligt. Tað gera tey við at gjøgnumganga roknskapin hjá ríkinum.
Tey kanna, um teir skattir og tey avgjøld, sum skattgjaldararnir hava goldið – inntøkan hjá ríkinum – eru rætt skrásett í roknskapinum. Tey hava eisini eftirlit við, um allar útreiðslur eru skrásettar í roknskapinum, og ikki minst, um peningurin er brúktur í samsvari við avgerðirnar hjá Fólkatinginum.
Statsgrannskoðararnir kunna Fólkatingið og viðkomandi aðalráð um sínar metingar.
Teir 6 statsgrannskoðararnir eru útnevndir av flokkunum í Fólkatinginum.
Statsgrannskoðararnir og Ríkisgrannskoðanin arbeiða tætt saman
Inntil 1976 vóru Statsgrannskoðararnir einsamallir í grannskoðarauppgávuni, men tá gjørdi Fólkatingið av at seta Ríkisgrannskoðanina á stovn. Í dag ger Ríkisgrannskoðanin sjálva grannskoðanina, meðan Statsgrannskoðararnir gjøgnumganga hana.
Arbeiðið hjá Ríkisgrannskoðanini er altso grundarlagið fyri politisku kanningini hjá Statsgrannskoðaranum og møguligum atfinningum av nýtsluni av landsins pengum.
Allar frágreiðingar eru alment atkomiligar
Frágreiðingarnar frá Statsgrannskoðarunum og Ríkisgrannskoðanini eru almennar. Hetta eru eisini skjølini, har ráðharrar, Ríkisgrannskoðanin, Statsgrannskoðararnir og Fólkatingið fylgja málinum. Øll skjøl um eitt mál eru at finna á heimasíðuni hjá Statsgrannskoðarunum.
Les um arbeiðið hjá Statsgrannskoðarunum á teirra donsku heimasíðu