Ríkisgrannskoðanin
Ríkisgrannskoðanin grannskoðar ríkisins roknskapir sum partur av parlamentariska eftirlitinum í Danmark.
Ríkisgrannskoðanin er ein óheftur stovnur undir Fólkatinginum, sum kannar, um ríkisins roknskapur er rættur, og um peningurin verður brúktur til tey endamál, sum Fólkatingið hevur avgjørt. Endamálið við arbeiðnum hjá Ríkisgrannskoðanini er at:
- styrkja álitið á almennar roknskapir
- stuðla parlamentariskum eftirliti av almennum pengum
- økja innlitið hjá almenninginum í fyrisitingina og tryggja óheftar og eftirfarandi upplýsingar
- tryggja ábyrgdarkenslu í umsitingini og fremja ábøtur við at útvega nýtt innlit og vælgrundað tilmæli;
Høvuðsuppgávurnar hjá Ríkisgrannskoðanini eru at:
- kanna roknskapin hjá ríkinum
- kanna umsitingina og nýtsluna av ríkisins pengum
Ríkisgrannskoðanin ger av, hvørji øki skulu kannast, og óheftni er eitt lyklaorð fyri arbeiðið hjá Ríkisgrannskoðanini. Bert Statsgrannskoðararnir kunnu biðja Ríkisgrannskoðanina um at fara undir eina kanning av einum ávísum øki.
Tað er bert 1 ríkisgrannskoðari. Ríkisgrannskoðarin er embætisfólk og dagligur leiðari í Ríkisgrannskoðanini.
Ríkisgrannskoðanin grannskoðar samlaða roknskapin hjá ríkinum
Fíggjarmálaráðið ger hvørt ár heildarroknskapin fyri danska ríkið. Roknskapurin er gjørdur út frá frágreiðingum frá øllum landsins aðalráðum. Inntøkur og útreiðslur, sum eru í statsroknskapinum, verða grannskoðað av Ríkisgrannskoðanini.
Ríkisgrannskoðanin grannskoðar eisini fleiri fyritøkur og stovnar uttanfyri statsroknskapin, hvørs útreiðslur ella undirskot eru dekkað av ríkisstuðlum, tilskotum ella øðrum inntøkum. Hetta er til dømis galdandi fyri DR og DSB.
Ríkisgrannskoðanin hevur eisini ábyrgdina av at grannskoða peningin, sum Danmark fær frá og veitir til ES ígjøgnum ríkisroknskapin.
Ríkisgrannskoðanin ger kanningar í landspørtunum (regiónunum)
Ríkisgrannskoðanin hevur atgongd til at kanna roknskapirnar hjá teimum 5 landspørtunum, sum eru grannskoðaðir av egnu grannskoðarunum hjá landspørtunum sjálvum, eins og Ríkisgrannskoðanin ger stórar kanningar í landspørtunum.
Í tí kommunala kannar Ríkisgrannskoðanin tann partin av kommunalu roknskapunum, sum heilt ella partvíst eru fevndir av endurgjaldi frá ríkinum.
Í sambandi við grannskoðanina gevur Ríkisgrannskoðanin ráð og vegleiðing til fyrisitingina, t.d. um hvussu innanhýsis eftirlit kunnu betrast.
Arbeiðsbýtið millum Ríkisgrannskoðanina og Statsgrannskoðararnar
Ríkisgrannskoðanin ger grannskoðanina og ger eina frágreiðing um úrslitið av grannskoðaraarbeiðnum til Statsgrannskoðararnar. Statsgrannskoðararnir koma síðani við viðmerkingum til frágreiðingina og senda hana til Fólkatingið.
Ikki seinni enn 4 mánaðir eftir, at frágreiðingin er komin til Fólkatingið, skal avvarðandi ráðharri greiða frá trupulleikunum, sum verða lýstir í frágreiðingini. Síðani fylgir Ríkisgrannskoðanin upp uppá frágreiðingina hjá ráðharranum og ger eina frásøgn um hetta til Statsgrannskoðararnar. Her kann eitt av tveimum tingum henda:
- Ríkisgrannskoðanin mælir til, at málið verður endað
- Ríkisgrannskoðanin finnur útav, at har enn eru útistandandi spurningar ella atfinningar, sum skulu fylgjast víðari
Les um arbeiðið hjá Statsgransskoðarunum