Fólkatingsins umboðsmaður

Fólkatingsins umboðsmaður tekur sær av klagum um myndugleikar innan almennu umsitingina.

Større

Fólkatingsins umboðsmaður er ein stovnur undir Fólkatinginum. Arbeiðið hjá umboðsmanninum er ásett í umboðsmannalógini og er ein partur av eftirlitinum við almennu umsitingini.

Høvuðsuppgávurnar hjá umboðsmanninum eru:

  • at viðgera klagur um almennar myndugleikar
  • at taka stig til at kanna umsitingina hjá einum myndugleika
  • at hava eftirlit við støðum, har borgarar búgva í styttri ella longri tíð – t.d. fongslum, bústovnum og sálarfrøðiligum búfelagsskapum o.s.fr.

Umboðsmaðurin hevur eisini eina barnaskrivstovu, sum tekur sær av klagum og spurningum í almennu umsitingini, sum viðvíkja børnum.

Umboðsmaðurin kann finnast at myndugleikunum

Kemur Umboðsmaðurin fram til, at ein myndugleiki hevur gjørt mistøk, kann Umboðsmaðurin finnast at myndugleikanum og mæla til, at eitt mál verður tikið upp aftur og avgerðin møguliga broytt.

Umboðsmaðurin kann ikki krevja, at myndugleikarnir fylgja tilmælunum. Tað gera teir tó í flestu førum.

Fólkatingið velur Umboðsmannin

Umboðsmaðurin er løgfrøðingur og valdur av Fólkatinginum. Tað er eisini Fólkatingið, sum avger, hvat umboðsmaðurin skal fáa í løn.

Umboðsmaðurin er óheftur av Fólkatinginum

Umboðsmaðurin er óheftur av Fólkatinginum í sínum arbeiði við at hava eftirlit við ríkisligum, kommunalum og øðrum almennum umsitingarmyndugleikum.

Hvørki Fólkatingið ella stjórnin kunnu gera av, hvørji mál Umboðsmaðurin skal kanna.