Kommunu- og økisval

Gjøgnum kommunu- og økisval fáa veljarar ávirkan á lokalpolitiskar avgerðir.

Større

Danmark er býtt í 98 kommunur og 5 økir (regiónir). Kommunustýrini leiða kommunurnar. Økisráðini leiða økini.

Fjórða hvørt ár verða limir valdir í kommunustýri og økisráð. Valini verða hildin samstundis. Tað er altíð 3. týsdagin í november.

Uppgávur hjá kommunustýrinum

Tað er uppgávan hjá kommunustýrinum at velja ein borgarstjóra og reka kommununa. Kommunurnar hava m.a. ábyrgd av:

  • fólkaskúlum
  • eldrarøkt
  • integratión
  • náttúru
  • umhvørvi
  • lokalum veganeti

Talið av limum í kommunustýrunum er ymiskt, alt eftir støddini á kommununi.

Uppgávurnar hjá økisráðunum

Økisráðini hava m.a. ábyrgd av:

  • sjúkrahúsum
  • psykiatri
  • privatpraktiserandi læknum og serfrøðingum
  • ferðavinnu
  • mentan
  • náttúru
  • umhvørvi
  • arbeiði

Tey 5 økisráðini hava 41 limir hvør.

Tú kanst atkvøða til kommunu- og økisval, um tú ert 18 ár ella eldri og hevur fastan bústað í kommununi (til kommunuval) ella í økinum (til økisval). Harafturat skalt tú annaðhvørt:

  • vera danskur ríkisborgari
  • vera ríkisborgari í einum av hinum ES londunum
  • vera ríkisborgari í Íslandi ella Noregi
  • hava búð í Danmark alla tíðina seinastu 4 árini áðrenn valdagin

Um tú kanst atkvøða til kommunu- og økisval, kanst tú eisini stilla upp.

Til kommunu- og økisval stillar tú altíð upp á valevnislistum, uttan mun til um tú stillar upp einsamallur, fyri ein flokk ella ein lokallista.

Fyri at kunna stilla upp, skalt tú vanliga hava savnað undirskriftir frá einum ávísum tali av veljarum. Í flestu kommunum mást tú savna í minsta lagi 25 undirskriftir, men fleiri í stóru býunum.

Tú kanst missa rættin at stilla upp til val til kommunustýri og økisráð. Vanliga missir tú títt valbæri, um tú hevur fingið fongsulsrevsing ella treytaleyst mist koyrikortið.