Fólkaatkvøður

Í summum støðum mugu ella kunnu politikarar blanda allar landsins veljarar beinleiðis upp í eina politiska avgerð gjøgnum eina fólkaatkvøðu.

Større

Bindandi fólkaatkvøður

Í 5 støðum eru tað ikki politikararnir, men borgararnir í landinum, sum fáa síðsta orðið, tað er tá talan er um:

  1. grundlógarbroytingar
  2. broyting av atkvøðualdri
  3. tá latið verður ein part av yvirvaldi frá sær
  4. lógaruppskot, sum ein størri bólkur av fólkatingslimum vilja leggja fram fyri fólkinum
  5. at fara uppí ávísar altjóða sáttmálar

Úrslitið av fólkaatkvøðunum um omanfyrinevnda eru bindandi.

Vegleiðandi fólkaatkvøður

Fólkatingið kann til eina og hvørja tíð gera av at halda vegleiðandi fólkaatkvøður. Her biður Fólkatingið veljararnar um ráð. Úrslitið av eini vegleiðandi fólkaatkvøðu er ikki bindandi; politikarar eru ikki noyddir at fylgja avgerðini hjá veljarunum.

Tú kanst atkvøða til fólkaatkvøður, um tú:

  • ert danskur ríkisborgari og minst 18 ár
  • hevur fastan bústað í Danmark
  • ikki ert ómyndigur

Veljarar, sum búgva uttanlands, hava vanliga ikki rætt at atkvøða til fólkaatkvøður í Danmark. Einstakir danskir ríkisborgarar, sum hava varðveitt eitt serligt samband við Danmark, kunnu søkja um at varðveita sín atkvøðurætt í eitt avmarkað tíðarskeið. Tað kanst tú til dømis, um tú ert útsendur av statinum ella bert býrt uttanlands fyribils.