Grønlandsnevndin

Grønlandsnevndin fæst við nógv ymisk evni viðvíkjandi Grønlandi og sambandinum millum Grønland og Danmark.

Større

Arbeiði, uppgávur og ábyrgd hjá Grønlandsnevndini

Grønlendska sjálvstýri hevur yvirtikið myndugleikan í teimum flestu málsøkjunum. Men einstøk málsøki hoyra framvegis undir ríkismyndugleikarnar, tvs. donsku stjórnina og Fólkatingið. Hesi øki eru eitt nú uttanríkis-, verju- og trygdarpolitikkur, rættarøkið og gjaldoyra- og peningapolitikkin.

Í hesum sambandi spælir Grønlandsnevndin ein leiklut á tveimum økjum:

  • Viðgerð av lógaruppskotum og uppskotum til samtyktar á økjum, sum ikki eru yvirtikin av sjálvstýrinum, men sum einans skulu vera galdandi fyri Grønland, ella sum eru av serligum týdning fyri Grønland
  • Leypandi parlamentarisk eftirlit av førda politikkinum

Grønlandsnevndin fylgir eisini leypandi við málum, sum viðvíkja grønlendsk viðurskifti, umframt ES-viðurskifti. Til dømis leiklutin hjá Grønlandi í danska trygdar- og verjupolitikkinum ella spurningar um atgongdina hjá Grønlandi og grønlendskum vørum til ES marknaðin.

Grønlandsnevndin brúkar lutfalsliga nógva tíð upp á at hava parlamentariskt eftirlit við, hvussu stjórnin handfer lóggávu, sum er galdandi í Grønlandi. Parlamentariska eftirlitið fer fram við at nevndarlimirnir seta munnligar ella skrivligar §- 20 spurningar, skrivligar nevndarspurningar, samráðsspurningar ella fyrispurningar til avvarðandi ráðharrar.

Kunningarferðir

Annaðhvørt ár fer Grønlandsnevndin á kunningarferð til Grønlands. Nevndin vitjar skiftivís teir ymsu partarnar av Grønlandi. Hesar ferðirnar virka sum kelda til týðandi vitan og íblástur fyri limirnar í nevndini.

Luttøka í arktiskum ráðstevnum so sum Arctic Frontiers og Arctic Circle er enn ein møguleiki hjá nevndarlimunum at halda seg kunnaðar um økta altjóða fokusið, sum seinastu árini er komið á umstøðurnar í Arktis og harvið eisini á Grønland.

Aðalráð

Forsætismálaráðið er politiska aðalráðið hjá Grønlandsnevndini, og sjálvstýrisskipanin hjá Grønlandi hoyrir undir forsætisráðharrans øki.

Spurningar um grønlendsk viðurskifti hoyra til økini hjá avvarðandi aðalráðum. Til dømis hoyra spurningar um løgreglu og rættarverk í Grønlandi til ábyrgdarøkið hjá Løgmálaráðnum.

Limir í Grønlandsnevndini Les meira um Grønlandsnevndin (danskt)