Føroyanevndin
Sambandið millum Føroyar og Danmark er miðdepilin í arbeiðnum hjá Føroyanevndini. Nevndin fæst við evni so sum blokkstuðul, grindadráp og fiskiskap, eins og umhvørvi, heilsumál og sosial viðurskifti.
Arbeiði, uppgávur og ábyrgd hjá Føroyanevndini
Føroyanevndin arbeiðir við nógvum ymiskum. Nevndin tekur sær av øllum spurningum, sum hava at gera við sambandið millum Føroyar og Danmark. Eitt nú vinnu, umhvørvi, heilsumál og sosialar viðurskifti.
Yvirskipað kann arbeiðið hjá nevndini býtast sundur í trý høvuðsøki:
- Lóggávu, sum viðkemur ríkisrættarliga sambandinum millum Føroyar og Danmark (til dømis yvirtøkulógin)
- Lóggávu á einstøkum økjum, sum Føroya heimastýrið ikki hevur yvirtikið.
- Blokkstuðulin frá donsku stjórnini til Føroyar
Nevndin fylgir eisini við í føroyskum viðurskiftum, eisini ES-málum og spurningum um t.d. grindadráp og fiskiskap. Føroyar eru ikki limir í ES, men hava gjørt eina handilsavtalu og eina fiskiveiðiavtalu við ES.
Uppgávurnar og ábyrgdin kunnu býtast í tvey høvuðsøki:
- Viðgerð av lógaruppskotum og uppskotum til samtyktar, sum natúrliga hoyra undir ábyrgdarøkið hjá nevndini
- Leypandi parlamentariskt eftirlit við umsitingini hjá ráðharrunum í teimum økjum, sum ikki eru yvirtikin av føroyska heimastýrinum
Kunningarferðir
Føroyar eru høvuðsferðamálið, tá Føroyanevndin fer á ferð. Ferðirnar eru ein kelda til vitan og íblástur hjá limunum, og tær vara vanliga fýra dagar. Endamálið er vanliga at geva nevndini betri kunnleika um føroysk viðurskifti.
Aðalráðið hjá Føroyanevndini
Forsætismálaráðið er politiska aðalráðið hjá Føroyanevndini.
Limir í Føroyanevndini
Les meira um Føroyanevndin (danskt)