Arktiska Sendinevndin

Arktiska Sendinevndin tekur sær av málum, sum spenna frá trygdarpolitikki til umhvørvisvernd og burðardygga vinnumenning. Endamálið er at ávirka menningina av arktiska samstarvinum.

Større

Arbeiðið í Arktisku Sendinevndini

Arktiska sendinevndin luttekur í fundum, seminarum, ráðstevnum og ferðum, har arktiskir spurningar verða umrøddir, harímillum:

  • Arktiska Tingfólkaráðstevnan, har arktisk átøk og mál verða umrøtt, og umboð Fólkatingsins í ráðnum verður valt
  • Orðaskifti við onnur arktisk tingfólk
  • Fundir við viðkomandi danskar ráðharrar
  • Kunningarferðir, sum hava týdning fyri arktiska samstarvið

Harafturat leggur sendinevndin uppskot til arktisk átøk fram.

Les meira um Arktiska Tingfólkaráðið