Fólkatingslimirnir fáa goldið útreiðslurnar til almenna ferðslu og ferðir í sambandi við teirra politiska arbeiði.
Fríkort til almenna ferðslu
Limir í Fólkatinginum kunnu fáa fríkort til
- DSB
- Movia
- Metroina í Keypmannahavn
Fríkortini kunnu brúkast til flutning í sambandi við politiska arbeiðið hjá limunum, harímillum flutning millum bústað og Christiansborg.
Brobizz/ferjuferðir
Útreiðslur til ferjuferðir og brúgvargjald (Storebælt/Øresund) í sambandi við politiska arbeiðið hjá fólkatingslimum verða goldnar av Fólkatinginum. Limirnir kunnu fáa ein Brobizz til endamálið.
Innanríkisflogferðir
Innanríkisflogferðir verða goldnar av Fólkatinginum, um ferðirnar hava samband við politiska arbeiðið hjá fólkatingslimunum. Hetta er galdandi fyri flogferðir millum bústað og Christiansborg og flogferðir í sambandi við politiskar fundir.
Hýruvognar
Útreiðslurnar hjá fólkatingslimum til hýruvognar verða í serligum førum goldnar av Fólkatinginum, tá tað hevur samband við teirra politiska arbeiði. Tað er galdandi fyri hýruvognar millum
- Christiansborg og Københavns Lufthavn
- Christiansborg og Københavns Hovedbanegård
- Christiansborg og Østerport Station
- Christiansborg og metroina á Kongens Nytorv
Í sambandi við tænastuferð fyri Fólkatingið uttanlands, rindar Fólkatingið fyri hýruvogn millum bústaðin hjá liminum og flogvøllin í Keypmannahavn.
Uttan fyri høvuðsstaðarøkið rindar Fólkatingið útreiðslurnar hjá limunum til hýruvogn millum bústað og nærmasta flogvøll/tokstøð, um eingin hóskandi almenn ferðatænasta er. Hesar reglur eru galdandi, tá limir, sum búgva uttan fyri høvuðsstaðarøkið, skulu til ella úr Christiansborg ella eru á tænastuferð fyri Fólkatingið uttanlands.
Á summum leiðum kunnu limir fáa útreiðslur fyri hýruvogn goldnar, tá eingin hóskandi almenn ferðatænasta er. Tað er galdandi millun
- Aalborg Lufthavn og Aalborg Station
- Sønderborg Lufthavn og Sønderborg Station
Koyripeningur fyri at koyra í egnum bili
Fólkatingslimir, sum koyra við egnum bili millum bústað og Christiansborg, bústað og politiskar fundir og Christiansborg og politiskar fundir, kunnu fáa endurgjald, um koyritúrurin verður framdur í staðin fyri eina innanríkisflogferð og ikki er dýrari enn hon.
Limir, sum búgva uttanfyri høvuðsstaðarøkið, kunnu fáa endurgjald fyri at koyra í egnum bili millum bústað og nærmasta flogvøll/tokstøð, um eingin hóskandi almenn ferðatænasta er, og limir skulu:
- til ella úr Christiansborg
- luttaka í eini tænastuferð fyri Fólkatingið uttanlands
Ferðastuðul verður latin eftir satsunum, sum eru ásettir av Skattaráðnum, sbr. § 9 B í líkningarlógini.
Uttanlandsferðir
Tá fólkatingslimir eru á nevndarferðum, sendinevndarvitjanum ella kunningarferðum uttanlands, rindar Fólkatingið útreiðslurnar til flogferðir, gistingarhús, máltíðir o.s.fr.