Størv og fíggjarlig áhugamál
Fólkatingslimir, sum ikki eru ráðharrar, skulu skráseta síni størv og fíggjarligu áhugamál í eina serliga skrá, sum kallast starvsskráin.
Fólkatingslimir, sum ikki eru ráðharrar, skulu skráseta síni størv og fíggjarligu áhugamál í eina serliga skrá, sum kallast starvsskráin. Folketingsmedlemmer, der ikke er ministre, skal registrere deres hverv og økonomiske interesser i et særligt register, som kaldes hvervregisteret.
Endamálið við skránni er at skapa størri opinleika fyri almenninginum um størv og fíggjarlig áhugamál hjá teimum einstøku tinglimunum.
Størvini og fíggjarligu áhugamálini, sum skulu skrásetast, eru:
- Inntøkuviðurskifti (t.d. løntir nevndarsessir, lønt størv ella egin fyritøka)
- Gávur, ferðir og fíggjarligur stuðul (t.d. gávur við einum virði á meira enn 3000 DKK, og ferðir, sum lutvíst eru goldnar av ríkiskassanum, ella alt slag av fíggjarligum stuðli yvir 3000 DKK)
- Ognarstøða (t.d. virkisáhugamál við einum virði á meira enn 75000 DKK ella fíggjarligar avtalur við fyrrverandi ella komandi arbeiðsgevarar)
Skrásetingarnar verða kunngjørdar á heimasíðu Fólkatingsins. Ein listi yvir tinglimir, sum ikki eru skrásettir, verður eisini kunngjørdur her. Ráðharrar hava eisini møguleika at skráseta seg í starvsskránna.