Norðuratlantisku limirnir í Fólkatinginum
Grønland og Føroyar hava tveir tingsessir í Fólkatinginum í part. Tað tryggjar, at veljarar úr Grønlandi og Føroyum eru umboðaðir í Fólkatinginum.
Norðuratlantisku fólkatingslimirnir verða valdir í heimlondum sínum. Í løtuni sita Aaja Chemnitz (IA) og Aki-Matilda Høegh-Dam (SIU) úr Grønlandi og Anna Falkenberg (SP) og Sjúrður Skaale (JF) úr Føroyum í Fólkatinginum.
Norðuratlantisku limirnir luttaka í arbeiðnum í Fólkatinginum á jøvnum føti við hinar fólkatingslimirnar. Teir leggja ofta serligan dent á mál, sum viðvíkja Grønlandi, Føroyum og ríkisfelagsskapinum.
Fólkatingslimirnir úr Føroyum
Niðanfyri kanst tú hitta teir báðar fólkatingslimirnar, sum umboða Føroyar.