Fólkatingið og ríkisfelagsskapurin
Føroyar og Grønland eru partur av kongsríkinum Danmark, men bæði londini hava í dag partvíst sjálvstýri og lóggeva harvið sjálvi á nógvum økjum.
Føroysku og grønlendsku myndugleikarnir hava leypandi yvirtikið ábyrgdina av teimum flestu málsøkjunum frá Danmark. Londini hava ábyrgd av at lóggeva og umsita sjálvi á hesum økjum. Fólkatingið tekur sær av lóggávuni á teimum økjum, sum ikki eru yvirtikin.
Í Føroyum hevur Løgtingið lóggevandi valdið, meðan Landsstýrið hevur útinnandi valdið á teimum økjum, sum føroyska heimastýrið hevur ábyrgd fyri.
Í Grønlandi hevur tingið Inatsisartut lóggevandi valdið, meðan stjórnin Naalakkersuisut hevur útinnandi vald á teimum økjum, sum grønlendska sjálvstýrið hevur ábyrgd av.
Á teimum økjum, sum Føroyar og Grønland hava yvirtikið, er Fólkatingið ikki við í lógarviðgerðini.
Les um heimastýrisskipanina hjá Føroyum á heimasíðuni hjá Forsætisráðnum (danskt)
Les um sjálvstýrisskipanina hjá Grønlandi á heimasíðuni hjá Forsætisráðnum (danskt)
Fólkatingið hevur lóggávuheimild á fleiri økjum
Hóast føroysku og grønlendsku landsstýrini hava myndugleikaheimild á teimum flestu politikkøkjunum, eru fleiri øki, sum tey bæði londini ikki kunnu yvirtaka orsakað av serligum ásetingum í grundlógini. Tey økini eru millum annað:
- Grundlógin
- Ríkisborgararættur
- Hægsti Rættur
- Uttanríkis-, verju- og trygdarpolitikkur
- Gjaldoyra- og peningapolitikkur
Í hesum økjum eru tað Fólkatingið og danska stjórnin, ið eru ávikavist lóggevandi og útinnandi valdið. Tað merkir, at tað er Fólkatingið, sum lóggevur, tá nýggj lóggáva verður framd, og tá galdandi lóg verður broytt á avvarðandi økjum.
Lógin verður gjørd í samstarvi við føroysku og grønlendsku myndugleikarnar
Tá danska stjórnin leggur fram lógaruppskot, sum viðvíkja Føroyum og Grønlandi, verður tað gjørt í samstarvi við og ofta eftir umbøn frá landsstýrunum í Føroyum og Grønlandi.
Landsstýrini í Føroyum og Grønlandi skulu gera viðmerkingar til ta lóggávuna um Føroyar og Grønland, sum danska stjórnin ætlar at leggja fyri Fólkatingið. Hetta stendur í heimastýrislógini og sjálvstýrislógini, umframt í vegleiðingunum hjá aðalráðunum um málsviðgerð í Grønlandi og Føroyum.
Vanliga skal stjórnin bíða eftir viðmerkingunum frá hesum myndugleikunum, áðrenn hon leggur fram lógaruppskot viðvíkjandi Føroyum og Grønlandi í Fólkatinginum.
Føroyanevndin og Grønlandsnevndin viðgera lógaruppskotini
Í byrjanini av hvørjum fólkatingsári velur Fólkatingið eina Føroyanevnd og eina Grønlandsnevnd.
Tær báðar nevndirnar hava til uppgávu at viðgera tey lógaruppskotini, ið viðvíkja Føroyum og Grønlandi, sum stjórnin leggur fram fyri Fólkatingið.
Les um Føroyanevndina
Les um Grønlandsnevndina