Formansskapin í Fólkatinginum

Formansskapurin í Fólkatinginum er settur saman av fólkatingsformanninum og 4 næstformonnum frá teimum størstu flokkunum.

Større

Formansskapurin í Fólkatinginum fæst við innanhýsis viðurskifti í Fólkatinginum so sum fundir í fólkatingssalinum, umsiting og rakstur og almenna umboðan av Fólkatinginum. Formliga tekur fólkatingsformaðurin endaligu avgerðirnar, tí uppgávan hjá næstformonnunum er bara ráðgevandi, men í praksis virkar formansskapurin sum eitt kollegialt organ.
Formansskapurin verður valdur fyri 1 ár í senn.

Samansetingin av formansskapinum

Fólkatingsformaðurin verður valdur av einum meiriluta í Fólkatinginum, meðan teir 4 næstformenninir koma úr teimum 4 størstu flokkunum, sum ikki hava formanssessin.

Formansskapurin er settur saman av hesum fólkatingslimunum:

  • Formaður Søren Gade (V) 2022-
  • 1. næstformaður Leif Lahn Jensen (S)
  • 2. næstformaður Karina Adsbøl (DD)
  • 3. næstformaður Karsten Hønge (SF)
  • 4. næstformaður Lars-Christian Brask (LA)

Tingskrivararnir

5 tingskrivarar eru knýttir at formansskapinum Teir 5 tingskrivararnir verða valdir av limunum í Fólkatinginum, og teir leiða fundirnar í fólkatingssalinum, um formaðurin ella ein av næstformonnunum ikki eru til staðar. Tingskrivararnir hjálpa eisini til við atkvøðugreiðslum, tá talgilda atkvøðuskipanin ikki verður brúkt, og teir skriva undir samtyktar lógir saman við fólkatingsformanninum.

Hesir limir eru tingskrivarar:

  • Birgitte Vind (S)
  • Bjarne Laustsen (S)
  • Erling Bonnesen (V)
  • Theresa Berg Andersen (SF)
  • Jeppe Søe (UFG)

Formaðurin og næstformennirnir leiða fundirnar í fólkatingssalinum

Formaðurin leiðir fundirnar í fólkatingssalinum frá formansstólinum og syrgir fyri, at skil er í, og at umstøðurnar fyri virðiligar samráðingar eru til staðar. Fólkatingslimirnir mugu umrøða hvønn annan við harra og frú, og limirnir mugu ikki brúka illbønir. Formaðurin og næstformenninir býta tíðina í formansstólinum millum seg í sonevndum stólavaktum. 

Formansskapurin viðger uppskot til fíggjarætlanina hjá Fólkatinginum

Uppskot til Fólkatingsins fíggjarætlan verða viðgjørd av formansskapinum, sum kemur við einum tilmæli til Tingskipanarnevndina, ið samtykkir fíggjarætlanaruppskotið og sendir tað til stjórnina.

Gjøgnum fíggjarárið kann formansskapurin koma við eykajáttanum í sambandi við fíggjarætlanina hjá Fólkatinginum, á sama hátt sum Fíggjarnevndin kann.

Les um uppgávurnar og ábyrgdina hjá formanninum

Formansskapurin metir, um tingskipanin hjá Fólkatinginum skal broytast

Formansskapurin metir regluliga, um neyðugt er at broyta, hvussu parlamentariska praksissin hjá Fólkatinginum verður lýst í tingskipanini hjá Fólkatinginum.

Av og á skipar Formansskapurin eisini fyri stórum ráðstevnum fyri limum í Fólkatinginum og stjórnini við tí fyri eyga at tosa um arbeiðshættir, lógargóðsku og samspæl.

Broytingar av tingskipanini hjá Fólkatinginum verða fyrireikaðar í formansskapinum, ofta í samstarvi við floksformenninar. Broytingarnar verða síðani lagdar fram fyri Tingskipanarnevndini fyri síðani at taka avgerð ella framleggja í salinum.

Formansskapurin umboðar Fólkatingið úteftir

Formansskapurin við formanninum á odda umboðar Fólkatingið úteftir. Hetta merkir m.a., at Formansskapurin luttekur í afturvendandi tiltøkum. Nøkur teirra eru:

  • Tá Fólkatingið letur upp
  • Ríkisborgaradagur
  • Flaggdagur
  • Fundir við parlamentini í Grønlandi og Føroyum (kontaktudvalgsmøder)

Formaðurin og Formansskapurin fáa eisini almennar vitjanir, eins og Formansskapurin fer á almennar vitjanir í parlamentum uttanlands.

Landstingið í Grønlandi Løgtingið í Føroyum