Fólkatingsformaðurin
Fólkatingsformaðurin hevur ábyrgd av arbeiðnum í Fólkatinginum.
Saman við formansskapinum leiðir formaðurin arbeiðið í Fólkatinginum. Formaðurin tryggjar, at arbeiðið fer fram eftir ætlan, og at limirnir í Fólkatinginum hava bestu karmarnar fyri sítt arbeiði.
Fólkatingsformaðurin tryggjar eisini:
- at parlamentariska arbeiðið fer fram eftir reglunum í grundlógini, harímillum at karmarnir um samstarv millum Fólkatingið (lóggevandi valdið) og stjórnina (útinnandi valdið) verða fylgdir
- at parlamentariska arbeiðið fer fram eftir reglunum í tingskipanini hjá Fólkatinginum.
Formaðurin skal ikki, sum hinir limirnir í Fólkatinginum, luttaka í tí vanliga lógararbeiðinum. Men formaðurin er limur í Fólkatinginum og hevur altíð rætt til at seta seg í salin og luttaka í politisku orðaskiftunum og atkvøðugreiðslunum á jøvnum føti við hinar limirnar.
Les um Formansskapin í Fólkatinginum
Formaðurin er andlitið hjá Fólkatinginum úteftir
Sum andlit Fólkatingsins hevur formaðurin eisini nakrar umboðandi uppgávur.
Formaðurin tekur eitt nú ímóti teimum mongu almennu gestunum úr útlondum, sum hvørt ár vitja Fólkatingið. Formaðurin tekur eisini ímóti:
- sjálvbonnum felagsskapum
- stovnum
- skúlanæmingum
- mentafólki
- borgarum, sum hava okkurt upp á hjarta
Tá Fólkatingið vitjar uttanlands, t.d. í øðrum parlamentum, hevur formaðurin ábyrgdina av vitjanini.
Tær mongu uppgávurnar geva formanninum serligan møguleika at vísa, hvussu fólkaræðið virkar, og hvørjir møguleikar eru fyri at taka virkan lut í danska fólkaræðinum.
Tú verður valdur í formanssætið
Tá fólkatingsval hevur verið, skal nýggja Fólkatingið velja ein formann. Tað stendur í grundlógini. Og hvørt ár, tá Fólkatingið letur upp fyrsta týsdag í oktober, skulu limirnir endurvelja formannin.
Formanssessin er altso nakað, mann verður valdur til – ein álitsváttan frá teimum politisku starvsfeløgum í Fólkatinginum tvørtur um politiskan lit. Formanssessurin verður mettur at vera landsins mest tignarliga embæti.
Formaðurin í Fólkatinginum er eisini formaður í Tingskipanarnevndini.
Les um fólkatingsval
Formenn gjøgnum árini
- Søren Gade (V) 2022-
- Henrik Dam Kristensen (S) 2019-2022
- Pia Kjærsgaard (DF) 2015-2019
- Mogens Lykketoft (S) 2011-2015
- Thor Pedersen (V) 2007-2011
- Christian Mejdahl (V) 2003-2007
- Ivar Hansen (V) 1998-2003
- Erling Olsen (S) 1994-1998
- Henning Rasmussen (S) 1993-1994
- H.P. Clausen (K) 1989-1993
- Erik Ninn-Hansen (K) 1989
- Svend Jakobsen (S) 1981-1989
- K.B. Andersen (S) 1978-1981
- Karl Skytte (R) 1968-1978
- Julius Bomholt (S) 1964-1968
- Gustav Pedersen (S) 1950-1964
- Julius Bomholt (S) 1945-1950
- Hans Rasmussen (S) 1933-1945