Christiansborg sum arbeiðspláss
Christiansborg Borg er arbeiðspláss fyri fólkatingslimir, starvsfólk í flokkinum, embætisfólk og tíðindafólk.
Teir 179 limirnir í Fólkatinginum eru í miðdeplinum fyri alt virksemi, sum fer fram á Christiansborg. Tey luttaka í óteljandi fundum, men vanligt skrivstovuarbeiði er eisini partur av gerandisdegnum hjá einum fólkatingslimi. Fyrispurningar frá fjølmiðlunum, felagsskapum og borgarum skulu svarast, og meginparturin av skjølunum, sum fylgja hvørjum lógaruppskoti, skulu kannast. Tí hevur hvør fólkatingslimur eina skrivstovu tøka.
Umsitingin í Fólkatinginum
Umleið 480 starvsfólk arbeiða í umsitingini í Fólkatinginum. Teirra høvuðsuppgáva er at skapa karmarnar fyri, at fólkatingslimirnir kunnu hugsavna seg um teirra politiska arbeiði í fólkatingssalinum og í nevndunum. Hetta merkir til dømis, at skrivstovur eru reinar, at KT-skipanir virka væl, og at nágreiniligir samandráttir frá parlamentariskum orðaskiftum eru tøkir. Tí eru alt frá reingerðarfólki og handverkarum til løgfrøðingar, skrivarar og bókavørðar sett í starv í umsitingini hjá Fólkatinginum.
Fólkatingsformaðurin er ovasti leiðarin í Umsitingini í Fólkatinginum. Umsitingin er sett saman av 17 ymiskum eindum, hvør við sínum egna endamáli og arbeiðsøki. Eindirnar eru skipaðar undir stýrinum, sum er samansett av stjóranum í Fólkatinginum og tveimum varastjórum.
Fjølmiðlarnir
Fólkatingið hevur skrivstovur og aðrar hentleikar tøkar til fjølmiðlarnar, og umleið 180 tíðindafólk, fotografar og teknikarar arbeiða dagliga í Fólkatinginum.
Nakrir fólkatingslimir halda tað kanska vera trupult at hava fjølmiðlarnar í hølunum alla tíðina, men teir eru eisini áhugaðir í at fáa umrøðu í fjølmiðlunum. Fjølmiðladekningurin er nevniliga neyðugur fyri, at fólkatingslimir skulu kunna bera síni hugskot og sjónarmið fram til almenningin. Tí seta tey seg ofta sjálvboðin í samband við fjølmiðlafólk.