Arbeiði, uppgávur og ábyrgd hjá Uttanríkispolitiska Nevndini
Uttanríkispolitiska Nevndin arbeiðir við sera nógvum ymsum málum. Nevndin fæst við øll evni, sum hava at gera við uttanríkispolitikk og trygdarpolitikk. Týdningarmesta uppgávan hjá Uttanríkispolitisku Nevndini er at ráðgeva stjórnini í uttanríkispolitiskum og trygdarpolitiskum spurningum.
Grundlógin og nevndarlógin seta karmarnar fyri arbeiðið hjá nevndini. Í mun til arbeiðið í Fólkatingsins føstu nevndum, er arbeiðið í Uttanríkispolitisku Nevndini ásett við lóg.
Grundlógin bindir stjórnina til at ráðføra seg við Uttanríkispolitisku Nevndina, áðrenn hon tekur avgerðir um mál, sum eru av stórum uttanríkispolitiskum týdningi, men stjórnin hevur ábyrgd av at útinna uttanríkispolitikkin hjá Danmark. Tað stendur eisini í grundlógini.
Í “nevndarlógini” stendur, at stjórnin hevur skyldu til at:
- ráðføra seg við nevndina um mál, sum eru av størri uttanríkispolitiskum týdningi
- kunna nevndina um uttanríkispolitisk viðurskifti
- tosa við nevndina um uttanríkispolitiskar og trygdarpolitiskar spurningar
Trúnaður er avgerandi fyri fundirnar í nevndini, og tað stendur eisini í nevndarlógini, at nevndarlimir hava tagnarskyldu um tað, teir hoyra í nevndini.
Uttanríkispolitikkurin er sjáldan partur av størri avtalum og lóggávum í Fólkatinginum.
Aðalráð
Uttanríkispolitiska Nevndin hevur trý ymisk aðalráð:
- Forsætismálaráðið – tí nevndin fylgir fundunum í Evroparáðnum
- Uttanríkismálaráðið – tí nevndin fevnir um bæði siðbundin uttanríkispolitisk og trygdarpolitisk øki og veitir menningarhjálp
- Verjumálaráðið – tí nevndin ráðgevur altíð stjórnini, áðrenn Danmark setir hernaðarlig tiltøk í verk
Munurin millum Uttanríkispolitisku Nevndina og Uttanríkisnevndina
Uttanríkispolitiska Nevndin og Uttanríkisnevndin arbeiða báðar við uttanríkispolitikki og trygdarpolitikki, men uppgávurnar eru ymiskar.
Sambært grundlógini er uppgávan hjá Uttanríkispolitiska Nevndini at ráðgeva stjórnini í málum av størri uttanríkispolitiskum týdningi.
Uttanríkisnevndin hevur hinvegin hesar uppgávur:
- viðgera lógaruppskot og uppskot til samtyktar
- hava parlamentariskt eftirlit við uttanríkis- og trygdarpolitikkinum hjá stjórnini
- fást við menningarpolitikkin hjá Danmark
Teir fýra norðuratlantisku fólkatingslimirnir eru ofta umboðaðir í Uttanríkispolitisku Nevndini, men eru ikki neyðturviliga í Uttanríkisnevndini.
Tað er ikki møguligt at fáa viðtal í Uttanríkispolitisku Nevndini, eins og tú kanst í hinum nevndunum, eitt nú í Uttanríkisnevndini.
Kunningarferðir og altjóða fundir
Kunningarferðir uttanlands virka sum kelda til vitan og íblástur fyri limirnar í Uttanríkispolitisku Nevndini.
Endamálið við ferðunum er at geva limunum eitt serligt innlit í eitt øki, sum nevndin hevur áhuga fyri. Ofta er hetta fyri at fáa eina fatan av uttanríkispolitisku og trygdarpolitisku støðuni í einum ella fleiri londum ella í einum øki. Ein kunningarferð varir sum oftast eina viku, og ein sendinevnd av nevndarlimum luttekur.
Nevndarlimirnir luttaka leypandi í ymiskum samstarvi við at luttaka í altjóða ráðstevnum, t.d. í sambandi við ES og NB8 (Nordic-Baltic Eight), sum er eitt samstarv millum tey 8 norðurlendsku og baltisku londini.
Vitjanir úr útlondum
Uttanríkispolitiska Nevndin fær á hvørjum ári vitjan frá umboðum úr ymiskum londum. Til dømis:
- Ráðharrar
- Politikarar
- Felagsskapir
Hesar vitjanir eru við til at geva nevndini altjóða vitan og íblástur til arbeiðið.