Í fólkatingssalinum kjakast fólkatingslimirnir um politikk. Tað er eisini her, tey atkvøða um, hvørt eitt lógaruppskot skal samtykkjast og verða til eina nýggja lóg. Men tað er í nevndunum hjá Fólkatinginum, at avgerðirnar verða fyrireikaðar.
Fólkatingslimirnir hava ikki bara nevndarsessir sum part av fólkatingsarbeiðnum. Fleiri eru eisini limir í teimum mongu sendinevndunum, sum Fólkatingið sendir avstað til fundir í teimum altjóða parlamentarisku forsamlingunum.