Fólkatingið sjósetur norðuratlantiskar heimasíður
Í dag sjósetur Fólkatingið eina grønlendska og eina føroyska útgávu av heimasíðuni hjá Fólkatinginum. Við sjósetingini tekur Fólkatingið enn eitt stig fyri at styrkja atkomiligheitina tvørtur um tey trý málini í ríkisfelagsskapinum.
Verkætlanin hevur ein breiðan málbólk, sum fevnir um borgarar í Grønlandi og Føroyum, umframt grønlendingar og føroyingar í Danmark. Endamálið við verkætlanini er at gera upplýsingar um Fólkatingið atkomiligar í øllum ríkisfelagsskapinum. Í arbeiðnum við at menna heimasíðurnar hava viðkomandi myndugleikar í Grønlandi og Føroyum verið uppií fyri at tryggja góðsku á teimum báðum heimasíðunum.
Á heimasíðunum fæst eitt nú kunning um hetta:
- Leiklutin hjá fólkaræðinum og Fólkatinginum í ríkisfelagsskapinum
- Arbeiðið í Føroyanevndini og Grønlandsnevndini, arbeiðið í Uttanríkispolitisku Nevndini og arbeiðið í Arktisku Nevndini
- Sjónband um teir fýra norðuratlantisku limirnar
Formansskapurin í Fólkatinginum gjørdi í endanum av 2023 av at seta pening av til verkætlanina. Umsitingin í Fólkatinginum hevur staðið fyri menningini av nýggju heimasíðunum og fer framhaldandi at standa fyri rakstrinum.
Vitja føroysku heimasíðuna á
Vitja grønlendsku heimasíðuna á