Fólkatingsins Umsiting viðger bara tær persónsupplýsingar um teg, sum eru neyðugar fyri at vit kunnu gera okkara uppgávur. Hvørjar persónsupplýsingarnar vit savna og skráseta veldst um, hvat fyri uppgávu vit skulu útinna.
4.1. Trygd og atgongd
Av trygdarávum hevur Fólkatingsins Umsiting eftirlit við vakmyndatólum á alment atkomiligum økjum í og rundan um Fólkatingið. Í tráð við lógarásettar reglur eru skelti sett upp um hetta eftirlitið. Upptøkurnar verða strikaðar innan 30 dagar, uttan so at tað er ein ítøkilig orsøk at lata løgregluni upptøkurnar.
Av trygdarávum kann Fólkatingsins Umsiting taka telefonsamrøður upp. Upptøkurnar verða strikaðar innan 48 dagar, uttan so at tað er ein ítøkilig orsøk at lata løgregluni upptøkurnar.
Av trygdarávum verða øll vitjandi, tá tey koma til Fólkatingið, skannað næstan líka sum á einum flogvølli.
4.2. Vitjanir og rundvísingar
Tað eru fleiri ymsir møguleikar at vitja Fólkatingið.
Tú kanst bóka eina vitjan gjøgnum bíleggingarskipanina á heimasíðu Fólkatingsins ft.dk ella við at seta teg í samband við Vitjanartænastuna hjá Fólkatinginum. Vit hava bara brúk fyri tínum navni, telefonnummari, teldupostadressu og øllum líknandi upplýsingum um fyritøkuna, skúlan ella felagsskapin, tú kemur frá.
4.3. Starvsvenjing fyri skúlanæmingar
Skúlanæmingar kunnu søkja um at koma í starvsvenjing í Fólkatingsins Umsiting. Í umsóknarblaðnum á ft.dk skulu næmingarnir upplýsa navn, bústað, postnummar, bý, telefonnummar, skúla og floksstig.
4.4. Starv í Fólkatinginum
Umsóknir til leys størv í Fólkatingsins Umsiting kunnu sendast umvegis heimasíðuna hjá Fólkatinginum. Vit brúka ríkisins e-starvssetanarskipan.
4.5. Læringarspøl
Fólkatingið hevur ymisk læringarspøl til skúlanæmingar. Í hesum sambandi verða upplýsingar savnaðar um navn, skúla og floksstig hjá næmingunum, umframt telefonnummar og teldupostadressur hjá kontaktpersónum. Sum partur av spælinum kann ein andlitsmynd verða tikin av næmingunum, sum skulu luttaka í "Politikari fyri ein dag". Myndir verða automatisk strikaðar í endanum av skúlaárinum.
4.6. Kunningartænasturnar hjá Fólkatinginum
Fólkatingið hevur tvær kunningartænastur, sum tú kanst seta teg í samband við umvegis telefon, kjatt ella heimasíðurnar hjá Fólkatinginum. Hevur tú spurningar um Fólkatingið, lóggávuna ella Christiansborg, kanst tú seta teg í samband við Fólkatingsins Kunningartænastu. Um tú hevur spurningar um arbeiðið í ES ella tíni rættindi innan ES, kanst tú seta teg í samband við EU-kunningartænastuna hjá Fólkatinginum Vit viðgera tær persónsupplýsingarnar um teg, sum tú gevur okkum. Í flestu førum tørvar okkum bert tín spurning, títt navn og møguliga tína teldupostadressu fyri at kunna svara tínum spurningi. Um tú kjattar við okkum, síggja vit tína IP-adressu.
4.7. Fólkatingtíðindi
Hevur tú spurningar um arbeiðið í Fólkatingtíðindunum, kanst tú seta teg í samband við Fólkatingtíðindi. Vit viðgera tær persónsupplýsingarnar um teg, sum tú gevur okkum. Í flestu førum tørvar okkum bert tín spurning, títt navn og møguliga tína teldupostadressu fyri at kunna svara tínum spurningi. Vit senda tó spurningin víðari til Fólkatingsins kunningartænastu, um tey kunnu svara betur ella skjótari.
Tú kanst eisini seta teg í samband við Fólkatingsins Kunningartænastu beinleiðis umvegis telefon, kjatt ella heimasíðurnar hjá Fólkatinginum. Sí brot 4.6 omanfyri.
4.8. Haldaraskipanin hjá Fólkatinginum
Á heimasíðu Fólkatingsins kanst tú melda teg sum haldara til tíðindi og skjøl frá Fólkatinginum. Fyri at tekna eitt hald, mást tú stovna ein vanga. Á vanganum standa upplýsingar um títt navn, tína teldupostadressu og tey sløg av tíðindum og skjølum, tú vilt melda teg til.
Vit viðgera bara hesar upplýsingar í okkara KT-skipan fyri at kunna senda tær tíðindi og skjøl, sum tú hevur teknað hald til. Upplýsingarnar verða ikki latnar víðari til onnur, og tær verða ikki brúktar til nakað annað endamál. Vit goyma upplýsingar um, hvørji tíðindi og skjøl tú hevur fingið sum haldari, í 30 dagar.
Tú kanst lættliga síggja, hvørjar upplýsingar tú hevur givið okkum, og broyta ella avmelda títt hald. Hetta gert tú við at hyggja, broyta ella strika tín vanga og tey valdu haldini á ft.dk.
4.9. Netredaktiónin og vevstjórin í Fólkatinginum
Hevur tú spurningar um Fólkatingsins heimasíðu ella uppskot um betringar, kanst tú seta teg í samband við netredaktiónina hjá Fólkatinginum. Um tú upplivir tekniskar villur á ft.dk, ella á annan hátt hevur tekniskar spurningar, kanst tú seta teg í samband við vevstjóran hjá Fólkatinginum. Í flestu førum tørvar okkum bert tín spurning, títt navn og møguliga tína teldupostadressu fyri at kunna svara tínum fyrispurningi.
4.10. Fjølmiðlar
Almenningurin skal hava bestu umstøðurnar fyri at kunna fylgja við í politiska arbeiðnum. Sum tíðindafólk ella fotografur hevur tú tí møguleika at sleppa inn í Fólkatingið við tínum pressukorti. Pressukortið skal vera eitt galdandi danskt ella altjóða útflýggjað pressukort. Undir serligum umstøðum, so sum til valkvøld ella í sambandi við upplatingina av Fólkatinginum, kunnu serlig viðurskifti vera galdandi. Um har er krav um serliga akkreditering, kanst tú lesa um tað á ft.dk. Privilegerað atgongd verður í mesta lagi givin til 160 fjølmiðlafólk í Fólkatinginum. Tú kanst lesa meira um treytirnar fyri privilegeraða atgongd í umsóknarblaðnum, sum tú skalt fylla út, um tú vilt søkja um atgongd. Fólkatingsins Umsiting skrásetur navn, telefonnummar, teldupostadressu og arbeiðsgevara.
4.11. Myndir og filmupptøkur av hendingum
Fólkatingið er ein grundleggjandi stovnur í Danmark, og tað hevur almennan áhuga, at arbeiði og lív á Christiansborg verður miðlað og skjalprógvað. Fólkatingsins Umsiting tekur film og myndir av m.a. tiltøkum, sum verða hildin í Fólkatinginum. Endamálið er partvíst at brúka tilfarið í miðlingini av arbeiðnum hjá Fólkatinginum, og partvíst at kunna goyma tilfarið til eftirtíðina.
4.12. Kennifílur (cookies)
Tú kanst lesa um nýtsluna av kennifílum á ft.dk og eu.dk.
Tú kanst lesa um nýtsluna av kennifílum á folketingstidende.dk.
Kennifílur (cookies)
Tú kanst lesa um nýtsluna av kennifílum á folkatingid.dk
4.13. Logging av ferðslu
Fólkatingsins Umsiting loggar ferðsluna á heimasíðunum hjá Fólkatinginum. Loggingin verður gjørd fyri at fáa hagtøl og betra um brúkarupplivingina.
4.14. Kunning til innanhýsis brúkarar av KT-skipanunum í Fólkatinginum
Innanhýsis brúkarar av KT-skipanunum hjá Fólkatinginum fáa serligar upplýsingar um viðgerðina av teirra persónsupplýsingum í Fólkatingsins Umsiting.